Rói Berg Hansen var flúgvandi tá lið hansara, HØJ vitjaði Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Rói gjørdist toppskjútti við níggju málum tá HØJ vann ein týðandi 29-27 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 14-13.
HØJ er í spennandi oddastríðið við Midtjyllandi. Bara liðið sum endar ovast í deildini flytur beinleiðis upp í bestu hondbóltsdeildina.
Ígjár var føroyingauppgerð millum Odense hjá Róki Akralíð og Tønder hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen í Odense. Tað bleiv einki føroyskt mál skotið í dystinum sum Odense vann 29-26. Í steðginum var javnleikur 12-12. Teis fekk beinleiðis reytt kort fyri harðligt spæl tíðliga í dystinum.
Leivur Mortensen skoraði trý mál tá hann og liðfelagarnir í Odder vunnu ein sera kærkomnan 29-27 sigur á Skovbakken á útivølli í Århus. Odder stórspældi í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Odder á odda 20-12, men tað haltaði meira í seinna hálvleiki.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax vóru fyri tapi í Roskilde. Roskilde vann dystin 34-31. Í steðginum var Ajax á odda 20-18. Brandur kom ikki á máltalvuna í dag.
Komandi fríggjakvøld spælir Odense móti Otterup á heimavølli. Komandi leygardag spæla trý føroyingalið á útivølli. HØJ spælir móti Roskilde, Tønder spælir móti Vendsyssel og Ajax spælir móti FIF. Dagin eftir spælir Odder á útivølli móti Sydhavsøerne.
| Nr | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 13 | 24 |
| 2 | HØJ | 13 | 23 |
| 3 | Grindsted GIF | 13 | 19 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 12 | 17 |
| 5 | IK Skovbakken | 13 | 14 |
| 6 | Ajax | 13 | 13 |
| 7 | HEI Skæring | 13 | 11 |
| 8 | Odder | 13 | 10 |
| 9 | TM Tønder | 13 | 9 |
| 10 | Elitesport Vendsyssel | 13 | 9 |
| 11 | Otterup HK | 12 | 9 |
| 12 | Roskilde | 13 | 8 |
| 13 | HC Odense | 13 | 7 |
| 14 | FIF | 13 | 7 |










