Rói og HØJ eru framvegis ósigraðir

FIF tapti greitt á heimavølli

Liðið hjá Róa Berg Hansen í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, HØJ er framvegis ósigrað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

HØJ vann í kvøld ein tepran 33-32 sigur á Otterup á útivølli. Otterup var á odda 16-14 í steðginum. 

 

Morten Slundt skoraði sigursmálið fyri HØJ tá klokkan vísti 59:58.

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í kvøld.

 

HØJ er ósigrað, og er oddalið við 15 stigum fyri átta dystir.

 

Liðið hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, FIF var á heimavølli fyri greiðum 28-36 tapi móti Team Sydhavsøerne. 

 

Útiliðið var á odda 17-15 í steðginum.

 

Leivur skoraði trý mál, og Jónas skoraði tvey mál fyri FIF í kvøld.

 

FIF er nummar sjey í deildini við átta stigum fyri átta dystir.