Rógving á tímatalvuna í skúlunum í Føroyum

Skúlabørn í Føroyum skulu læra at rógva

- Tað er upp á tíðina, at rógving við árabáti verður partur av ítróttartímum í ávísum árgangi.

Tað heldur Maria V. Hansen, nevndarlimur í Lærarfelagnum.

 

Í Skúlablaðnum heldur hon, at tað er løgið, at ein ítróttargrein, sum eyðkennir okkum sum tjóð, ikki verður boðin fram sum partur av ítróttartímunum í fólkaskúlanum.

 

- Tað átti ikki at verið nøkur forðing fyri, at næmingar eftir lidna skúlagongd høvdu roynt seg innan rógving.

 

Tá í tímatalvan verður løgd, ber til at leggja upp fyri, at tað kann vera langt frá skúlanum til bátin, men hon heldur ikki, at tað er ráðiligt at rógva um veturin,

 

- Trygdin skal vera í hásæti og um várið, út á summarið og fram til heystið, skuldi ligið væl fyri at farið og vant næmingarnar við áralag og rógving á sjónum ella vøtnum.

- Hetta er ein av okkara mentanarliga arvi, sum alt ov fá kenna til, annað enn at vera áskoðari til stevnur. 
 

 

Hon heldur, at tað er spell, tí rógving hevur nógvar fyrimunir.

Tað er gott fyri likamið, styrkir ryggin búkin, armarnar og beinini, umframt at styrkir hjartað og bøtir um blóðrenslið, sum stimbrar evnini hjá børnunum at hugsavna seg og at læra.

- Tað krevur samstarv millum tey, sum rógva, fyri at áralagið skal vera gott so mest ferð skal fáast á bátin.

- Samstarv fremur tolsemi, sum aftur skapar grundarlag fyri vinalagi og trivnaði í flokkinum.

Talan er eisini um kapping og tað eggjar næmingunum til at gera sítt besta.

 

Hon staðfestur, at rógving er ein serlig ítróttargrein í Føroyum, og at vit skylda teimum ungu at vit geva teimum kunnleika til rógving.

Tað krevur ikki stórar íløgur, einans bjargingarvestar, ein árabát og neyst at goyma hann í, sigur Maria V. Hansen í Skúlablaðnum.