Rógvi og Vilhelm taptu á heimavølli

Føroyingarnir hjá Fram skutu átta mál í kvøld

Føroyingaliðið í Reykjavík, Fram tók ikki av møguleikanum at vinna seg millum átta tey fremstu liðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Fram tapti greitt 25-32 fyri Vali á heimavølli. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var Fram á odda 14-13 í steðginum. Valur var tó greitt tað betra liðið í seinna hálvleiki.

 

Rógvi Dal-Christiansen skoraði fimm mál og gjørdist toppskjútti hjá Fram í kvøld.  Vilhelm Poulsen skoraði trý mál fyri Fram í kvøld.

 

Fram er nummar níggju í deildini við 12 stigum fyri 15 dystir. Afturelding er á áttanda plássinum, eisini við 12 stigum, men teir hava leikt tveir dystir færri enn Fram.

 

Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið tá grundspælið er liðugt. 

 

Leygardagin tekur Fram móti botnliðnum, Víkingi sum bert hevur tryggjað sær tvey stig higartil.