Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í FC Fredericia upplivdu í dag eitt afturstig í royndini at nærkast uppflytingarplássunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
FC Fredericia, sum hevði Rógva Baldvinsson við frá byrjan var á vitjan hjá HB Køge í dag. Heimaliðið vann 2-1, og Rógvi og liðfelagarnir máttu heimaftur til Eysturjútlands við ongum. Nikolaj Hagelskjær skeyt eitt vakurt frísparksmál í netið fyri Fredericia í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, men tað hjálpti lítið, tá heimaliðið frammanundan hevði skorað tvey mál.
Sambært "Fredericia Dagblad" var Rógvi við til at forða fyri onkrum álopsstøðum hjá HB Køge, og sambært sama blaðið hevði FC Fredericia nakrar góðar málmøguleikar, sum høvdu kunnað givið liðnum mál og stig í dag.
FC Fredericia er nú nummar fimm í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 23 stigum. Fimm stig eru upp til Horsens, sum er á triðja plássi, sum gevur uppflyting upp í superliguna komandi kappingarár.
Komandi sunnudag hevur Fredericia heimadyst ímóti Helsingør, sum hevur 19 stig á sjeynda plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.










