FC Fredericia vann týsdagin óvæntað á superligafelagnum, OB, í donsku steypakappingini. Føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, spældi allan dystin á miðvøllinum.
- Tað var deiligt at spæla aftur og ikki minst, at fáa fullan dyst mitt á miðjuni og vinna, sigur Rógvi Baldvinsson við in.fo í dag.
Rógvi skifti stutt undan landsdystunum móti Norðurírlandi og Finnlandi til FC Fredericia í næst bestu deildini í Danmark. Hann letur væl at skiftinum.
- Tað hevur verið fínt higartil. Her er ein góð venjingarmentan og góðir spælarar. Nú havi eg bara verið her í skjótt tríggjar vikur, men støðið her er á góðari leið, sigur Rógvi Baldvinsson.
FC Fredericia liggur í løtuni á fjórða plássi í næstbestu deildini í Danmark. Aftanfyri millum annað Vendsyssel og Vejle, sum eisini hava føroyingar á liðnum.