TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr samrøðuna YouTube rásin hjá FC Fredericia hevði við Rógva Baldvinsson, føroyskan landsliðsspælara, sum stóð í verjuni, tá Fredericia á heimavølli tapti 1-2 ímóti Vendsyssel FF, sum hevði Hall Hansson á vøllinum í 81 minuttir.
Rógvi heldur, at talan er um eitt óuppiborið og ergiligt tap í dystinum fyrradagin, men hann ásannar, at teir í FC Fredericia gjørdu mistøk, sum kostaðu dýrt.