Rógvi ávegis til Vendsyssel

Rógvi Baldvinsson hevur mist plássið á landsliðnum, men nú vil sleppa upp í part aftur

Føroyski verjuspælarin, Rógvi Baldvinsson, sum hevur í Noreg tvey nógvu seinnu árini, er nú ávegis til danska 1. deildarfelagið Vendsyssel, ið longur hevur Hall Hansson í hópinum.

 

Tað skrivar aftenbladet. Rógvi Baldvinsson hevur seinastu tíðina mist landsliðsplássið á føroyska landsliðnum, men hann sigur, at hann ætlar sær at vinna tað aftur.

 

- Eg havi framvegis eitt mál um at spæla á føroyska landsliðnum. Eg havi fingið fingið eina góða mynd av Vendsyssel og fólkunum kring felagið. Eg vóni at hetta blívur til nakað, sigur Rógvi Baldvinsson.

 

Rógvi Baldvinsson hevur í seinastuni spælt við Ålgaard í Noreg.