FC Fredericia við Rógva Baldvinsson á vøllinum hevði í kvøld møguleikan at ota seg nærri uppflytingarstríðnum, tá ið teir vóru á vitjan hjá FC Roskilde í næstbestu donsku deildini.
Heimaliðið var á odda 2-0 longu eftir einum korteri, men tað eydnaðist FC Fredericia at javna til 2-2 áðrenn hálvleikssteðgin. Útjavnandi málið skeyt Rógvi Baldvinsson.
Í seinna hálvleiki legði FC Fredericia seg á odda 4-2, men tað eydnaðist tó FC Roskilde at svara aftur við tveimum málum, soleiðis at dysturin endaði við 4-4-javnleiki.
Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin. Nú farið verður í vetrarferiu, er FC Fredericia á 6. plássi sjey stig frá seinasta uppflytingarplássinum.










