Rógva kapp á Havnarvág í morgin

Í morgin leygardagin klokkan 11.00 verður tiltakið Tórshavn Snarróður á Havnarvág. 

 

- Ásannandi, at okkurt munagott má gerast fyri at økja um áhugan fyri tjóðarítrótti okkara, kappróðrinum, royna vit við hesum at skipa fyri einum øðrvísi kappróðri., siga fyrireikararnir.

 

Róð verður frá Molanum í Havn og inn móti Vágsbotni. Málið er Úti undir Bakka, og tá hava rógvararnir róð 447 metrar.

 

Fyrireikararnir hava hugsað nógv um henda teinin, sum verður nýttur til róðurin.

 

- Endamálið við róðrinum er ,at hann skal verða áskoðaravinarligur og slóða fyri nýhugsan innan føroyskan kappróður. Sum navnið sipar til “Snarróður” er talan um stuttar róðrar, har bert verður spurtað. Hetta skuldi gjørt, at róðrarnir blíva meiri intensir og tættir. Harafturat skula róðrarnir avgreiðast skjótt til fastsettar tíðir ,og størri krøv verða sett til manningarnar á startinum fyri at halda tíðarætlanina, siga fyriskipararnir. 

 

 

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri Tórshavn Snarróður.  Útvarpað verður frá róðrinum umvegis hátalarar, sum verða settir á landi bæði Úti undir Bakka og á Skipasmiðju-keiina.

 

- Vit ynskja, at hetta skal síggjast sum ein royndarróður, ið kann slóða fyri nýhugsan innan føroyskan kappróður og vóna, at fólk taka væl undir við tiltakinum, siga fyriskipararnir.