Rógva dámar væl í Fredericia

Rógvi Baldvinsson spælir møguliga sín fyrsta dyst fyri sítt nýggja felag í morgin

Eftir nógv ár í norskum fótbólti valdi føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson, at fara nýggjar fótbólsleiðir. Nýggja felag hansara gjørdist FC Fredericia, sum í løtuni er oddalið í næstbestu deildini í Danmark.

 

Rógvi Baldvinsson náddi ikki nakra venjing í Fredericia, áðrenn hann skuldi heim til Føroya at fyrireika seg til landsdystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi. Mikudagin í farnu viku vandi Rógvi fyri fyrstu ferð við sínum nýggju liðfeløgum, og letur hann væl at umstøðunum í sínum nýggja felagi.

 

- Øll í felagnum hava tikið sera væl ímóti mær. Umstøðurnar eru góðar, og mær dámar eisini væl nýggju liðfelagarnar. Lagið í felagnum er gott, og vit hava nógv sjálvsálit, sigur Rógvi Baldvinsson í samrøðu við heimasíðuna hjá FC Fredericia.

 

Í morgin hevur Rógvi Baldvinsson møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri FC Fredericia. Oddaliðið í næstbestu deildini skal spæla á útivølli ímóti Vendsyssel, ið sum kunnugt hevur føroysku Hall Hansson og René Shaki Joensen í hópinum.