Roger Hodgson sang Give a Little Bit og gav fjøldini á Vágsbø alt, ið væntast kundi.
Saman við øllum hinum hittunum frá Supertramp tíðini gjørdist framførslan á Vágsbø ógloymandi. Hóast spenningurin hevði verið stórur, tí bíðað varð allan leygardagin í óvissuni, hvørt tað fór at eydnast flogførum at lenda í Vágum, so megnaði Hudgson at liva upp til leiklutin sum høvuðsnavn á Summarfestivalinum.
Hann sang "take a jumbo cross the water" og ein kann bara staðfesta, at tað nervar ikki Hudgson at flúgva, tí eftir at hava verið 36 tímar ávegis til Føroya í flogfari, stóð maðurin glaður og væl upplagdur á pallinum, hóast tað nú var nátt og kanska enntá nærri morgun.
Morgunmatur
Breakfast in America. Ja, tað var líka við, at Hodgson spældi afturvið morgunmatinum hjá klaksvíkingum.
Men øll hasi hittini sita bara og fólk fingu alla røðina; Give a Little Bit, Breakfast in America, The logical song og Its raining again. Hesin síðsti hóskaði væl til veðrið, men júst hesa løtuna, ið hann sang, kom ikki dropi av himli.
Roger Hodgson og viðleikarin kláraðu at fylla ljóðmyndina og Vágsbø. Røddin er hin sama eyðkenda, ið ber sangirnar og ger teir serstakar.
Var OK
Tað er í grundini áhugavert, at fólk ikki fóru til hús ella ilskaðust, eftir at hava bíða´ein heilan dag og verið offur fyri grundleggjandi skrábroytingum. Men nøvnini, serliga tey føroysku, megnaðu at bera skránna og dagin so væl, at ongin keddi seg. Og tá Hodgson kom á pall, so var alt fullgjørt. Og tað var neyvan nakar sum hugsaði, at nú er songartíð, tá Hodgson sang Give a littlebit saman við allari tí stóru fjøldini, hóast klokkan tyá boðaði frá, at sunnumorgunin so smátt fór at byrja.
Hodgson kom, sang og sigraði. Tað tók drúgva tíð, men loksins lendi heimsstjørnan og kom við tyrlu til Klaksvíkar, har hann legði festivalgestirnar fyri sínar føtur.
Hodgson treivst á pallinum, hóast drúgva ferð, og gav enntá einum varhuga av, at hann fegin hevði komið aftur, um hann varð boðin.
Ein ófør konsert við tveimum vælleikandi tónleikarum.Tónleikurin vann og regni og mjørka og føroyska summarið er farið at halla. Ársins síðsti festivalur fór framvið og Hodgson slapp at seta punktum fyri leygardagsskránna, hóast tað tók honum 36 tímar um at koma so langt. Super! (við ella uttan tramp).










