Nógv børn vóru savnað, tá dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu skipaði fyri rørsludegi í badmintonhøllini í farnu viku.
- Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslu.
Í Klaksvík siga tey, at dagurin varð skipaður soleiðis, at Badmintonhøllin varð býtt uppí økir, og børnini kundu soleiðis royna ymisk spøl, sum á ymsikan hátt skuldu stimbra undir hugin at røra seg og brúka sansirnar.
- Tað er leiðslan á dagstovnaøkinum, sum skipar fyri rørsludegnum. Í ár var dagurin skipaður saman við Klaksvíkar Bókasavni og ergoterapeutum frá Ergoblóman, sum høvdu hvør sín bás á tiltakinum, verður lagt aftrat.
##med2##
Um heimasíðuna - www.klaksvik.fo - síggjast fleiri myndir frá rørsludegnum í farnu viku.