Góðu tit øll í skúlanum – Lærarar og næmingar!
Býráðið samtykti 27. september 2011, at øll ný- og umbygging hjá kommununi skal fyrireikast soleiðis, at listarligt prýði verður partur av byggingini.
Skúlin við Ósánna var undir bygging, tá ið hendan samtykt kom í gildið, og av tí at henda samtykt, ikki var afturvirkandi, kom skúlin ikki undir hesa skipan.
Tað er at harmast um, at ikki hevur verið gjørt meira burturúr, at prýða henda snotiliga skúlan listarliga.
Men betur seint enn ongantíð.Tí fegnist eg sum forkvinna í Mentanarnevndini um, at vit 13. juni í ár fingu avtala við ein av okkara bestu listarfólkum, Edward Fuglø, um at prýða skúlan við einum listaverkið.
Góðir karmar, góð faklig undirvísing og sosial samvera eru neyðug og eiga vit sum mynduleikar at stuðla upp undir á hesum øki.
Men vit sum einstaklingar eiga at hava frælsi, tað frælsið at kunna síggja, føla, lukta og njóta tilveruna.
Tómir veggir eru kaldir, ráðir, deyðir og minka okkum um lívsgóðskuna og vit gerast fátøk.
Vit skula hava møguleikan til avbjóðingar og lívligan fantasi. Børn og ung hava ein óspiltan fantasi og kann tað geva teimum spennandi upplivingar og gleðir, sum vit eiga at eggja og stuðla undir, heldur enn at rana frá teimum.
Sagnin m.a. sigur soleiðis:
Kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sum hevur sjálvt stoytt sær oman og forkomið sær í sjónum.
Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á helluni í fjøruni og inni í látrunum.
Listaverkið kann uttan iva verða við til, at skapa forvitni og áhuga hjá okkara børnum og ungu, vónandi verða tey eisini eggjaði til, at nema sær listarligar førleikar. Myndaevnið, sum í hesum føri er úr einum av kendu sagnum okkara, kann verða við til at gera undirvísingina meira livandi og viðkomandi.
Eisini hjá teimum, sum vitja skúlan til ymisk tiltøk, fer verkið at prýða um og lata hugin reika, so sum tað er ætlað til.
Lívið er gátuført:
Soleiðis eisini listaverkið á vegginum, myndin talar fyri seg. Samanspæl ímillum kópar uttan ham ella menniskju í hami. Sær út sum um ikki alt kemur fram í ljósi, okkurt verður dult handan svarta veggin, so kunnu vit bara lata hugin reika og ímynda okkum tað, sum er í tí dulda.
Lívið er gleði:
Soleiðis eisini listaverkið á vegginum, dansur, spæl, sangur og samvera saman við vinum. Vit eins og kóparnir á trettandi nátt vilja so gjarna stuttleika okkum, hvat er lívið uttan dans, spæl, sang og góðar løtur við góðum vinum ella floksfeløgum, hvørt til sína tíð og stað.
Ikki kann sigast annað, enn at Edward her hevur innlivað seg í eina verð, har hann hevur latið sínar listagávur fingið hugan at reika, okkum øllum til forvitni og gleði.
Fær Edward lørit og pensil í hond “kann hann ikki ráða sær heldur enn kópur, tá ið hann sær húðina”.
Tað er ein gleði at vit í dag, vónandi sum tað fyrsta í røðini, hava avdúkað eitt listarverk latið til Skúlan við Ósánna. Stóra takk til Edward fyri skjótt og væl úr hondum greitt arbeiði!
Til lukku til okkum øll og til tykkum, sum hava tykkara dagligu gongd her á skúlanum, vónandi verður hetta meira enn bara eitt veggjaprýði fyri tykkum og vóni eg, at tit taka hetta til tykkum og fara væl um listaverkið.
Signhild V. Johannesen
forkvinna í Mentanarnevndini