Aftur í ár savnast vit á minningardegi teirra sjólátnu, sum siður er á hvørjum ári.
Hetta er dagurin, tá øll tjóðin steðgar á eina løtu undir Merkinum, sum veittrar á hálvari stong.
1.november minnast vit tey, sum lótu lív á sjónum.
Nøkur teirra doyðu í sínum dagliga yrki.
Sum oyggjaland mitt úti í Norðuratlantshavi vita vit, hvat tað inniber, at hava havið sum granna.
Vit vita, at havið er ein góður tænari.
Men havið kann eisini vera ein kargur og óunniligur harri.
Um hetta yrkti Jákup Dahl, próstur, í Føringatíðindi í 1906 í yrkingini “Útróðrarmaðurin”:
“Havið sang yvir mær vøgguljóð,
brimið meg ruraði í blund;
síðan eg elski at ferðast á sjó
til mína síðstu stund.”
Havið er partur av okkara landi, havborgini fríðu, sum Føroyar eisini verða kallaðar.
Men so broytist tónin í yrkingini, tá havið eisini vísir sínar náðileysu síður:
“Mangan havi eg brattan farið,
so kaldan dúr eg títt fekk. –
Eygað vatnaðist av tungum tári,
tá sonur mín burtur gekk.”
Hóast umstøðurnar og trygdin á sjónum tá í tíðini tíbetur ikki kunnu samanberast við tær, ið vit kenna í dag, so vita vit, at havið enn er tað sama.
Havið skulu vit virða, og havinum skulu vit ansa eftir!
Enn tekur havið kring Føroyar fólk frá okkum.
Føroyingar eins væl og útlendingar.
Nú vit skriva allahalgannadag 2014, kunnu vit steðga á og minnast fleiri vanlukkur, ið kunnu sigast at hava merkisár í ár.
Í ár eru liðin 90 ár síðan tey trý skipini “Anna”, “General Gordon” og “Sjóriddarin” fórust vanlukkuárið 1924.
Við toftaskipinum “Onnu” sjólótust 17 mans á Suðurlandinum.
Við “General Gordon” fórust 19 mans, harav 11 úr Hvalba, og við “Sjóriddaranum” úr Vági doyðu 8 mans.
Tilsamans 44 mans í bestu árum.
Tíggju ár seinni í 1934 fórust sluppirnar “Nólsoy” og “Neptun” samstundis í maimánaði við tilsamans 43 monnum.
Hetta er størsta vanlukka í einum, síðani vit fóru undir vinnuligan fiskiskap í 1872.
Av hesum misti Mykinesbygd 9 mans, og átta hósvíkingar sjólótust.
80 ár eru liðin, men hesar vanlukkur verða ikki gloymdar.
Slíkt merkir eina bygd, og ofta var tað so, at ein bygd, ið var kend sum dansibygd við gleði og gaman, seint ella kanska ongantíð veruliga fótaði sær aftur við somu lívsgleði.
Somuleiðis eru sjeyti ár liðin, síðan “Verdandi” úr Heiðunum hvarv uttan at bera boð í bý. 15 mans gingu burtur.
Slíkar umstøður at liva og virka undir ávirka sjálvsagt eitt samfelag.
Bæði mentan og vinnulív.
Óttin verður altíð fylgisveinur og sæst í bæði sangum og minnisvarðum, men dirvið at royna nýggjar leiðir og bjóða umstøðunum av verður eisini ein trúgvur og neyðugur felagi á leiðini fram.
Á minnisvarðanum á Tvøroyri fyri “General Gordon”, sum varð avdúkaður undir kongsvitjanini í 1925, standa orðini úr Jóhannesarevangeliinum rist:
“Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.”
Minningardagur teirra sjólátnu er til minnis um teir, sum aloftast mistu lívið í gerninginum at vinna hesum landi breyð.
Men dagurin er eisini til minnis um allar tær konur og børn, sum eftir sótu, og sum syrgdu fyri, at samfelagshjólini mólu víðari.
Tey settu ikki førningin við vegin, men hugdu upp og bóru landið fram á leið.
Í ár eru 65 ár liðin, síðani Løgtingið í 1949 samtykti, at allahalgannadagur, ið er ein aldagamal minningardagur, skuldi haldast sum minningardagur teirra sjólátnu her á landi.
Avgerðin sigur ikki bara nakað um umstøðurnar her í Føroyum.
Avgerðin sigur eisini nakað um samanhaldið millum fólk okkara.
At tá á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit ikki burtur.
Vit standa saman við teimum, sum hava mist og vísa teimum virðing og stuðul.
Við hesum gerst minningardagurin ikki bara tignarligur.
Við hesum hjálpa vit eisini hvørjum øðrum at hyggja frameftir við góðum minnum um tey deyðu í okkara viðføri gjøgnum livið.
Tíðirnar broytast, og tað gera okkara viðurskifti við bæði arbeiði og mentan eisini.
Sum sagt er trygdin betri í dag, hóast hon ongantíð gerst fullkomin.
Tað er eisini misjavnt, hvussu vit halda minningardag teirra sjólátnu.
Tað er kortini mín vón, at vit eisini hesaferð og í komandi árum vísa hesum minningardegi størstu virðing og sóma, sum tað sømir seg eini siglandi tjóð – tað veri seg í fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrari vinnu.
Føroyar fara altíð at hava havið sum sín nærmasta granna.
Tað er sum Janus Djurhuus, skald, yrkti á sinni:
“Føroyar, mítt land, o, havborgin fríða! Teg vil eg verja, í orrustu stíga – stríða sum hetjan, tá blóðhanin gól – tindtempul høga í setandi sól!”
Latum okkum tí brúka dagin í dag til at koma saman og minnast tey, sum undan eru farin, við vón um styrk og ugga hjá okkum og okkara á vegnum fram á lívsleiðini.
Vit takka Vinnuháskúlanum fyri aftur í ár at veita okkum innivist.
Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.
Saman drýpa vit høvur í sorg. Jesus veri hjá tykkum øllum!
Lat okkum reisast og í tøgn minnast hesar, sum síðani allahalgannadag í fjør eru deyðir á sjónum:
Rani í Billustovu, 20 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. desember 2013.
Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. desember 2013.
Magnus Pauli Grønagarð, 48 ár, andaðist umborð á Pison, við bryggju í Leirvík 23. januar 2014.
Saefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út av Anitu 11. februar 2014
Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 8. apríl 2014.
Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. august 2014.
Gunnar Zachariasen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi við vestaru Vág í Tórshavn 25. september 2014.
Friður veri við minni teirra