Rodrigo hevur javnað í Klaksvík

NSÍ hevur verið í verjustøðu fyri tað nógva eftir steðgin, har teir hava dúvað upp á kontra.

10 minuttir fyri leiklok hevur KÍ tó javnað. Óli Hansen noyddist í fyrstu atløgu at gera fríspark á brotsteigarmarkinum, og tá hetta skuldi takast, vísti Rodrigo enn einaferð tekin um sín framúr bóltførleika, tá hann skrúvaði bóltin í netið.