Rodney King, sum gjørdist kendur víða um heimin fyri 20 árum síðani, tá nakrir løgreglumenn í Los Angeles bukaðu hann, er funnin deyður í einum svimjihyli. Tað sigur sjónvarpið CNN, sum eisini veit at siga, at tað er einki, sum bendir á, at talan er um nakra brotsgerð.
Tilburðurin í 1992, tá løgreglumenninir bukaðu Rodney King, bleiv tikin upp á sjónband. Teir fýra løgreglumenninir vórðu ákærdir, men kortini fríkendir í rættinum. Fríkenningin elvdi til ógvusligan ófrið í Los Angeles. 53 fólk doyðu, og mriri enn 2.000 fingu skaða, og endin varð, at myndugleikarnir sendu herin inn í býin at basa ófriðinum.
Í einum rættarmáli seinni vórðu tveir av løgreglumonnunum dømdir fyri álopið.