Rodmundur Nielsen hevur keypt hinar báðar partarnar í P/F Borg og eigur nú felagið einsamallur. Tað skrivar Vágaportalurin.
Vágaportalurin skrivar, at teir vóru tríggir, sum áttu P/F Borg, sum hevur timbur- og amboðshandlar í Runavík og Klaksvík. Men í farnu viku gjørdust teir tveir færri, tí nú hevur Rodmundur Nielsen keypt hinar báðar út.
Tað verður einki sagt um nakran keypsprís, men Rodmundur Nielsen váttar fyri Vágaportalinum at handilin er gjørdur í sátt og semju, og at partarnir eru allir nøgdir.









