Rockurin ræður í USA

Rocktónleikur er betri umtóktur enn allur annar tónleikur í USA

 

Stundum verður ført fram, at rocktónleikurin er koyrdur út á eitt síðuspor, meðan hittlistapoppurin koyrir á motorvegnum.

Men soleiðis er í øllum førum ikki í USA.

Nelson Music hevur gjørt eina kanning av, hvørji tónleikasløg eru best umtókt, tá ið tað kemur til sølu av tónleiki og stroyming. Úrslitið av kanningin var, at rocktónleikur er nógv tað best umtókta tónleikaslagið í USA við 29 prosentum av brúkinum og søluni.

Eftir rocktónleikin kemur R&B við 17,2 prosentum, poppur við 14,9 prosentum og country við 11,2 prosentum.