Rockbólkur ger egnan festival

Svenskur tónleikabólkur ger tiltak, sum er teirra uppskot um tann fullkomna festivalin

Eitt av stóru tónleikanøvnunum í Svøríki seinastu árini er rockbólkurin Kent, ið hevur selt 2,5 milliónir eintøk av sínum útgávum, sum eru 10 í tali.
Nú tekur Kent eitt óvanligt stig, tí bólkurin skipar fyri Kentfest í summar. Talan er um tveir festivalar – annar á Ullevi leikvøllinum 1. juni og hin á Gærdet 15. juni.
Á heimasíðuni sigur bólkurin, at Kentfest er uppskotið hjá Kent um, hvussu tann fullkomni festivalurin í teirra hugaheimi skal verða. Umframt tónleik bjóðar Kentfest eisini mat, drykkjuvørur, aktivitetir og framúr tænastu.
Kent verður sjálvandi høvuðsnavn á sínum egna festivali, men eisini Nina Persson, Junip og Tove Lo skulu framføra á Kentfest.
Kent gevur í apríl nýggja fløgu út, og teir skulu eisini spæla nakrar konsertir í Norðurlondum í mai mánaði.