Nita Strauss er 27 ára gomul og úr California í USA. Hon er sera dugnaligur gittarspælari, og frameftir kann hon upplivast á palli saman við rockabbanum Alice Cooper.
Síðani hetta varð kunngjørt, hevur Nita Strauss verið at sæð á óteljandi heimasíðum kring heimin – og tað er kanska eisini orsaka av, at tað finnast nógvar eggjandi myndir av henni.
Í YouTube brotinum omanfyri ber til at hoyra – og síggja – Nita Strauss spæla gittar.