Rock Nalle deyður

Kendi danski tónleikarin gjørdist 79 ár.

Tíðindastovan Ritzau visti í dag at siga, at kendi danski sangarin Rock Nalle er deyður. Tíðindini komu í morgun frá Bookingstovuni We Do Music.

 

Borgarliga navn hansara var Roland Lyhr Sørensen, og hann steðgaði á tónleikayrkisleiðini fyrr í ár, eftir at hava stríðst við sjúkur sum KOL og Parkinsons.

 

Rock Nalle hevur verið drúgvur á danska tónleikapallinum. Hann byrjaði í sekstiárunum, og var tað í bólkinum he Teddy Bears. Saman við barnadómsvinmanninum Johnny Reimer gav hann út danska útgávu av kenda Wilson Picketts lagnum In The Midnight Hour, ið gjørdist stóra frambrot hansara. Seinni komu fleiri danskar útgávur av sangum, ið annars vóru kendir við enskum teksti.

 

Hann fekk seinni trupulleikar á lívsleiðini, m.a. við rúsevnum, men kom fyri seg aftur í 1996.

 

Føroyingar kenna kanska Rock Nalle best fyri lagið Amanda, sum Kim Larsen skrivaði til Rock Nalle.

 

Í dag hava tónlistafólk verið í donskum miðlum og minst Rock Nalle, m.a. Peter Belli og Keld Heick, og eisini útvarps- og sjónvarpsverturin Jørgen de Mylius.

 

Nalle - Amanda - YouTube 

 

##med2##