Robotkirurgar eru so neyvir, og tí kunnu teir bjarga óteljandi mannalívum. Danskur lækni hevur nú ment eina matematiska skipan, sum skal syrgja fyri trygdini hjá sjúklingum, tá ein robottur førir knívin.
Tað skrivar www.videnskab.dk
Robot-tøkni verður longu í dag brúkt undir prostata-og bypass skurðviðgerðum, og eitt nú hevur sjúkrahúsið í Aalborg tvær robotskipanir.
Tú kanst ímynda tær, at tú liggur á skurðborðinum. Tvær sjúkrasystrar koma inn og fortelja tær, at robotkirurgurin er klárur til skurðviðgerðina.
- Torir tú at trúgva, at teir fýra robotarmarnir, sum hanga yvir tær, megna at geva tær tína hjartaskurðviðgerð?
Saman við granskingarstarvsfeløgum hevur læknin, Christoffer Sloth, ment eina matematiska skipan, sum gevur tær svar, hvørt robotskipan er nóg trygg til skurðviðgerðir av menniskjum.
- Okkara matematiska skipan finnur anatomiina hjá sjúklinginum og møguligar rørslur, soleiðis at alt hetta verður tikið við í stýriskipanina hjá robottinum.
Christoffer Sloth vísir kortini á, at enn vantar nógv arbeiði við at justera skipanina, áðrenn til ber at siga, at trygdin kann prógvast, tá ræður um truplar skurðviðgerðir.
- Hóast robottar hava eitt ómetaliga stórt potentiali innan skurðviðgerðir, hevur tað higartil ikki gingið so skjótt við at seta í verk robotskipanir, tí tað er trupult at prógva, at skipaninar eru 100% tryggar og støðugar, og at tær á ongan hátt kunnu skaða sjúklingin, sigur Christoffer Sloth.
Myndugleikarnir hava sjálvandi strong krøv um trygdina hjá sjúklingum, og tí er tað ikki bara sum at siga tað, tá ein robotskipan skal prógvast at vera 100% trygg.
- Í staðin fyri at skera allan bringukassan upp undir eini skurðviðgerð, hevði eg heldur viljað verið viðgjørdur av einum robotti, sum røkkur hjartanum við smáum skurðum millum rivjabeinini, sigur Christoffer Sloth.