Robinho vil verða meistari

Manchester City hevur stórar ætlanir fyri framtíðina, men úrslitini hava higartil ikki verið so góð, sum tey í felagnum høvdu ynskt sær. Brasilski stórspælarin Robinho hevur tó ikki mist mótið.- Í ár hava vit ikki kunnað vunnið meistaraheitið, tí vit byggja eitt nýtt lið upp, men næsta ár fara vit eftir gullinum í Premier League, sigur Robinho.Spurningurin er so, hvørjar handlar City fer at gera í summar fyri at røkka tí málinum.