Robinho góða byrjan

Brasilski Robinho er fluttur heim aftur til Brasil at spæla, og hann fekk óføra byrjan í nýggja felagi sínum, Santos, um vikuskiftið. Felagið vann 2-1 í útidysti ímóti Sao Paolo, og Robinho fekk avgerandi ávirkan á dystin. Fimm minuttir fyri leiklok skoraði Robinho, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki, til 2-1, og tað varð úrslitið av dystinum.