Við einum príslepa upp á £32 milliónir varð roknað við, at Robinho skuldi verða bjartasta stjørnan av øllum, sum eru keyptar til Manchester City, síðani felagið í fyrraárið fekk nýggjar eigarar. Veruleikin hevur verið ein annar, tí hóast glottar, so hevur Robinho ongan tíð av álvara vunnið hjørtuni hjá ljósabláu áskoðarunum. Nú er greitt, at Robinho næstu seks mánaðirnar skal spæla við Santos í heimlandinum, og Roberto Mancini, sum er manager í Manchester City, vónar, at hetta er tað, sum skal til fyri at fáa fótbóltsevnini at blóma aftur. - Robinho er ein spælari, sum hevur tørv á at spæla støðugt fyri besta liðið, og vit ynskja honum alt tað besta hesar komandi seks mánaðirnar, sigur Mancini við enska Soccernet.