Robin Gibb vil liva fyri einhvønn prís

Tá ið Robin Gibb bleiv álvarsliga sjúkur av lungnabruna, beint aftaná, at hann í longri tíð hevði verið havt krabbamein, vórðu læknarnir noyddir at seta honum ein nakað torføran spurning.

 

– Læknarnir spurdu Robin, um teir skuldu gera alt, ið teir kundu, fyri at bjarga lívi hansara, ella um teir skuldu lata hann doyggja í frið og náðum, sigur kona Robin Gibb, Dwina.

 

Robin Gibb var ikki í iva, tá ið hann varð spurdur. Hann svaraði, at tað kemur ongantíð ein løta, har hann vil lata seg doyggja. Óansæð hvat vildi hann gera alt fyri at liva.

 

Lungnabrunin gjørdi, at Robin Gibb fór í koma. Tá ið tað eydnaðist læknunum at vakja hann, mettu teir tað vera eitt undur.

 

Tey seinastu tíðindini um støðuna hjá Robin Gibb siga, at hann smílir og skemtar. Kona hansara sigur eisini, at hann gleðir seg at sleppa úr sjúkrahúsinum.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð