Bee Gees legendan Robin Gibb spælir konsert á Summar Festivalinum fríggjakvøldið. Í morgin verður skráin til Summar Festivalin kunngjørd í fullum líki. Summar Festivalurin verður hildin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í næstu viku, og í morgin fer Summar Festivalurin at kunngera skránna fyri ársins festival.
Tað er greitt, at Nik & Jay fara at spæla hóskvøld, Robin Gibb spælir fríggjakvøldið, og ABBA The Show verður framført leygarkvøldið.
Í Morgunsendingini hjá Rás2 í morgin verður skráin fyri Summar Festivalin kunngjørd. Hetta verður klokkan 11.15.