Robin Gibb heiðraður

Í næstum kemur út serliga útgava við bólkinum Bee Gees og í seinastu viku vóru brøðrurnir báðir handan bólkin heiðraðir á serligum tiltaki í Manchester

Bólkurin Bee Gees, sum leingi hevur ligið millum 10 teir best seljandi bólkarnir í poppsøguni, kann í ár hátíðarhalda 50 ára jubileum. Hetta var eisini orsøkin til, at býurin Manchester ynskti at heiðra brøðurnar báðar, sum eru ættaðir haðani.

Robin Gibb, sum kemur á Summar Festivalin at spæla um góðar tvær vikur, var til staðar á tiltakinum, har eisini beiggi hansara, Barry Gibb, mamma teirra, Barbara, og kona Maurice Gibb, Yvonne, vóru hjástødd.

Tiltakið heiðraði Bee Gees fyri eitt framúr tónleikaavrik, nú tað eru liðin 50 ár, síðani bólkurin tók síni fyrstu fet. Og fetini, sum vóru tikin, gjørdu Bee Gees til ein av best umtóktu poppbólkunum í tónleikasøguni.

 

Robin Gibb fer á Summar Festivalinum at framføra allar teir stóru sangirnar hjá Bee Gees við vælmannaðum orksetri. Tað verður ein møguleiki at uppliva eitt fantastisk Bee Gees kvøld í Føroyum - og tað verður helst einasti kjansur nakrantíð.