Robin Gibb frískur

– Krabbameinið er burtur, einki er at síggja longur – eg eri frískur.

 

Hesi orðini eigur Robin Gibb, sum seinastu tíðina hevur verið illa sjúkur av krabbameini. Søgan verður váttað av soni Robin Gibb, Robin-John, í blaðnum, Daily Mirror.

 

Robin Gibb hevur fingið viðgerð fyri livra- og tarmkrabbamein seinastu mánaðirnar, og fleiri myndir av bretanum hava sæð nakað skelkandi út.

 

Men nú skuldi sangarin altso verið heilt frískur. Komandi mánaðirnir skal hann einans til kanningar fyri at tryggja, at krabbameinið ikki kemur aftur.

 

Longu í næstu viku skal Robin Gibb hava konsert, har sangurin »Don’t Cry Alone« verður framførdur í samband við frumføringina av nýggja filminum, »Titanic Requie«.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð