- Tað gongur fínt!
Robin Clementsen er stuttur og greiður, tá ið hann tekur saman um støðuna.
Men nú sær hann eisini ljósið fyri endan á tunlinum.
Hann er í ferð við at leggja hondina á eitt bragd, sum fer í søgubøkurnar.
Tað eru nøkur ár síðani hann setti sær fyri at renna heilt úr Skagen, norðast í Danmark til Gibraltar, sum er syðst á evropiska meginlandinum.
Ein rennitúrur upp á 3466 kilometrar.
Hann legði til brots hálvan mars og nú, ein slakan mánað seinni, hevur lagt góðar 3000 kilometrar undir sólarnar.
Og eftir so langan túr sigur hann, at tað gongur fínt.
Nú hevur hann so 460 kilometrar eftir, so stendur hann á syðsta landoddi á meginlandinum í Evropa.
Beint nú er hann staddur við spanska miðjarðarhavsbýin Alicante, har hann hvílur seg í nakrar dagar.
Hælsinan hevur eisini spælt honum eitt puss, men tað er ikki verri enn so, enn at nú er hann vísur í at røkka málinum, hendir ikki okkurt heilt óvanligt.
Nú hevur hann hvílt seg í Alicante í tríggjar dagar, men skjótt herjar hann á aftur.
- Eg bíði eftir klæðum, sigur hann. Hann sigur, at hann hevur mist klæðir á vegnum, so nú hevur hann ikki nógv eftir. Hann hevur eisini gjørt onkra stuðulsavtalu afturat, so eisini í tí sambandinum bíðar hann eftir klæðum.
Njóta túrin
Robin ætlar at taka tað heilt róligt tann seinasta teinin.
Hann rennur ikki upp á tíð, so ein dagur frá ella til, hevur onki at siga.
- Hendan síðsta teinin ætli eg mær at renna framvið strondini og njóta túrin, segði hann við Sosialin í gjárkvøldið.
Hann væntar at vera í Gibraltar um einar 14 dagar og tað passar annars væl við tíðarætlanina, hann legði sær, tí eftir henni skuldi hann vera í Gibraltar 31. mai.
- Tað verður kanska nakrar fáar dagar áðrenn, men tíðarætlanin hevur onki at siga. Tað einasta, ið telur, er at fullføra túrin og nú skal tað ”koyrast heim”, sigur hann.
Bilarnir floyta og fólkið heilsar
Robin Clementsen er við at verða ein kendur maður suðuri í Evropa.
Hann sigur, at tað er ein øgiligur áhugi, sum fólk vísa ferðini hjá honum úr Skagen til Gibraltar.
- Tað er øgiliga stuttligt, sum bilar floyta og blunka við ljósinum til mín og fólk heilsa alla somlu tíðina og tey eru øgiliga blíð, sigur hann.
- Tað er garvilt!
Hann leggur at afturat, at nógvir føroyingar hava hús har á leiðini við Alicante og eisini tey ringja og heilsa upp á og bjóða honum inn.
Hann sigur, at tað er serliga síðani hann Montpellier í Fraklandi at fólk eru blivin varug við túrin.
Hann hevur illgruna um, at onkur hevur rópt nakað hart. Og hann hevur frætt, at ein breti, hann kom í samandi við, hevur ringt til fleiri lokalar útvarpsstøðir á leiðini og hevur slatrað um ferðina.
2ár
Tá ið Robin Clementsen fór undir hesa merkisverdu ferðina, segði hann, at hann hevyr fyrireikað seg í tvey ár.
Hesa tíðina hevur hann runnið 50 kilometrar um dagin, fimm ferðir um vikuna.
Men tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at Robin skuldi verða rennari av einum slíkum kalibur, sum hesum.
Hann var rættiliga illa plágaður av liðagikt, men tað basti hann við ingefer og nógvari rørslu – og nú leggur hann so síðstu hond á sítt higartil størsta bragd.
Ein so langan rennitúr nyttar ikki at hava nógv viðføri við. Robin hevur útvega sær ein lítlan vogn við neyðsynjarviðføri, sum hann hevur við sær. Ein partur av viðførunum vóru seks skógvar