Roberto Mancini heldur fram í City

Manchester City hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein nýggjan fimm ára sáttmála við italska venjaran, Roberto Mancini. Tað hevur annars ljóðað, at hann skuldi taka við sum russiskur landsliðsvenjari.

 

Seinastu vikurnar hava russiskir fjølmiðlar skrivað, at Manchester City venjarin skuldi føra russiska landsliðið fram til HM 2018, sum verður í júst Russlandi. Manchester City hevur nú svarað aftur og kunngjørt, at meistaravenjarin frá í fjør heldur fram í felagnum.

 

«Manchester City er ein fantastiskt felag og eg gleði meg til avbjóðingarnar, sum eru fyri framman, sigur Roberto Mancini við heimasíðuna hjá felagnum í dag.

 

Roberto Mancini hevur verið venjari hjá Manchester City síðani desembur 2009, tá hann tók við eftir frákoyrda Marka Hughes. Fyrrverandi Inter Milan og Lazio venjarin hevði tað ikki lætt fyrstu tíðina og fleiri søgur vildu verða við, at hann ikki hevur fullan stuðul millum leikararnar.

 

Tað var eisini við Roberto Mancini, at Gunnar Nielsen fekk sín fyrsta og higartil einasta Premier League dyst, tá hann bleiv skiftur inn í einum dysti móti Arsenal, tá Shay Given meiddi sær økslina.

 

Hetta seinasta kappingarárið hevur Roberto Mancini vunnið sær fleiri og fleiri viðhaldsfólk millum tey ljósabláðu úr Manchester. Mangan hoyrast sangir um fyrrverandi italska framherjan á Etihad leikvøllinum.

 

Roberto Mancini og Manchester City vunnu enska meistaraheitið í evstu løtu í fjør. Tað er fyrsta meistaraheitið hjá felagnum síðani 1968.