Robert verður heiðraður í Vági

Í Vági eru tey við at fyrireika eitt gallakvøld, ið skal verða til heiðurs fyri Robert McBirnie, ið brátt fyllir 80 ár.

Robert Mc Birnie hevur síðani síðani sektsiárini verið ein partur av føroyska tónleikapallinum, og var við til at leggja lunnar undir, tá føroyingar tóku við undir við heimsrákinum og fóru at spæla rock.

 

Eisini er hann kendur sum so mangt annað; skemtari, táttasangari, barnaútvarpsvertur  og yrkjari, søgusigari og annað. Óivað halda mong seg eiga lut í upplivingum saman við Robert, og minnast manga hugnaliga løtu saman við honum.

 

Robert McBirnie er uppvaksin í Vági og var eisini lærari har í mong ár. Í seinnu helvt av áttatiárunum flutti hann til Havnar, men sambandið við heimbygdina slitnaði ikki.

 

Nú Robert brátt fyllir 80 ár, eru vágbingar við at fyrireika gallakvøld til heiðurs fyri Robert. Kvøldið verður í VB húsinum í Vági, ið Robert eisini var við til at leggja lunnar undir, eins og tá Vágshøll varð bygd. Umframt skemt og onkur røða, so setur tónleikur dám ákvøldið, ið er skipað sum borðhald við framførslum.

 

Tónleikarar fara at spæla, og ymsir lokalir tónleikarar fara at framføra sangir, sum Robert millum ár og dag hevur verið frammi við. Og bókaframløga er ætlandi eisini á skránni.

 

18 ára aldursmark og avmarkað atgongd er til tiltakið, ið verður 11. november, og atgongumerki verða at fáa í Miðatúni í Vági fram til 6. november.