Robert er føddur 1. november 1943 í Sørvági, sonur Kristinu Hansen úr Sørvági, og Robert McBirnie, ættaður úr Skotlandi.
Hann búði í Sørvági til hann sum sjey ára gamal flutti til Vágs.
Í 1963 kom hann til Havnar at ganga á læraraskúla og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967. Hann var lærari í Klaksvík í 1967-68, í Havn 1968-69, og í Vági frá 1969-85.
Í 1985-86 var hann í Århus í lestarørindum. Tá hann kom heim aftur í 1986, arbeiddi hann eitt ár í barnaútvarpinum í Útvarpi Føroya. Síðan 1988 hevur hann verið lærari á Venjingarskúlanum.
Robert er kendur innan tónleik, undirhald, ítrótt, og fyri sínar útvarpssendingar.
Saman við kenda orkestrinum frá 60-unum Faroe Boys, hevur Robert givið út pláturnar: Heimkoman í 1964, Feelings for you í 1966, og LP plátuna Faroe Boys í 1967.
Í 1972 gav hann saman við Jógvani Dahl út single-plátuna Mær dámar bjór og í 1977 saman við Jákupi Thomsen og Ólavi Magnussen single-plátuna Traffic. Sjálvur gav Robert út LP plátuna Robert 25 ár í 1984.
Hann hevur gjørt nógvar undirhaldssendingar í Útvarpi Føroya. Seinnu árini hava vit hoyrt nógv til røddina á Roberti, tá hann lýsir við V4-spælinum.
Hann er eisini ítróttarmaður, hann hevur spælt í 1. deild hjá VB og var eisini eitt tíðarskeið formaður í felagnum. Hann hevur eisini spælt í 1. deild hjá B36 og spælt nógv flogbólt. Hann svimur nógv og hevur sína dagligu gongd í Svimjihøllina í Havn.
Robert er giftur við Armgarð, f. Hjelm, úr Vági, tey eiga børnini: Jón, f. 1965, Robert, f. 1967, og Súsanna, f. 1969.










