Robert Lewandowski verður við móti Føroуum

Manslandsliðið: Álopsstjørnan hjá FC Barcelona, Robert Lewandowski, er úttikin til dystin móti Føroyum 7. september í Póllandi

Pólski landsliðsvenjarin, Fernando Santos, hevur úttikið hópin til dystirnar móti Føroyum og Albania. Millum teir á listanum er Robert Lewandowski, sum í dag spælir við FC Barcelona. Hann hevur fyrr spælt fyri Borussia Dortmund og Bayern Munchen, og verður roknaður sum ein heimsstjørna í altjóða fótbólti.

 

Tað eru eisini fleiri onnur kend nøvn við í hópinum. Fleiri teirra spæla í italsku Seria A og bara tveir spæla í heimlandinum. Tað hevur ikki gingið væl hjá Póllandi í hesi EM-undankappingini. Teir hava tapt móti Kekkia og púra óvæntað eisini tapt móti Moldova á útivølli. Einasti sigurin higartil er komin móti Albania.

 

Hósdagin 7. september klokkan 19:45 spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy stadion í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 vitja moldovar á Tórsvølli.

 

Her er hópurin hjá Póllandi:

 

Málmenn: Wojciech Szczęsny (Juventus, Italia, 74), Łukasz Skorupski (Bologna, Italia, 8.), Bartłomiej Drągowski (Spezia, Italia, 2)

 

Verjuspælarar: Jan Bednarek (Southampton, Ongland, 50/1), Bartosz Bereszyński (Empoli, Italia, 52/0), Tomasz Kędziora (PAOK Saloniki, Grikkaland, 28/1), Jakub Kiwior (Arsenal, Ongland, 13/1), Paweł Dawidowicz (Hellas Verona, Italia, 8/0), Mateusz Wieteska (Cagliari, Italia, 2/0), Matty Cash (Aston Villa, Ongland, 12/1)

 

Miðvallarar: Karol Linetty (Torino, Italia, 46/5), Bartosz Slisz (Legia Warszawa, 2/0), Damian Szymański (AEK Aten, Grikkaland, 14/2), Kacper Kozłowski (Vitesse, Niðurlond, 6/0), Sebastian Szymański (Fenerbahçe, Turkaland, 24/1), Piotr Zieliński (Napoli, Italia, 82/10), Jakub Kamiński (VfL Wolfsburg, Týskland, 11/1), Michał Skóraś (Club Brugge, Belgia, 5/0), Nicola Zalewski (AS Roma, Italia, 12/0), Kamil Grosicki (Pogoń Szczecin, 88/17), Grzegorz Krychowiak (Abha Club, Saudiarabia, 98/5), Adrian Benedyczak (Parma, Italia, 0/0)

 

Álopsspælarar: Robert Lewandowski (FC Barcelona, Spania, 142/79), Arkadiusz Milik (Juventus, Italia, 69/17), Karol Świderski (Charlotte FC, Sameindu Ríkjur, 22/9)