B36 boðar í kvøld frá, at Robert Heðin Brockie verður at síggja á besta liðnum aftur, eftir millum annað drúgvan skaða. Hann hevur verið settur í samband við AB og EB/Streym eisini.
Robert Heðin Brockie sleit krossbandið í dysti móti Skála tann 12. mars 2016. Hann hevur ikki spælt síðani, men tað hevur í eina tíð ljóðað, at miðverjin ætlaði sær at spæla aftur í ár. Meiri ivasamt var, um hann fó at spæla við B36, har tað er rímiliga langt á besta liðið.
- Robert Heðin hevur tó havt gott mót og hevur hann oftani verið at sæð í B36 húsinum og á venjingarmiðstøð, har hann hevur upptrenað og hildið seg í form. Hann fekk tó líka um endan av 2017, har hann spældi seks dystir fyri 2. lið hjá B36, skrivar heimasíðan hjá B36.
Robert Heðin Brockie er 24 ára gamal og hevur spælt 24 dystir í bestu deildini. Allar fyri B36, sum er einasta felagið hann hevur umboðað.