Robert Fico er útskrivaður

Robert Fico nú er í heima í Bratislava, har hann verður hjálptur av røktarfólki.

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, er nú komin heim aftur av sjúkrahúsi. 

 

Hann er útskrivaður aftur eftir drápsroyndina móti honum hin 16. mai í slovakiska býnum, Handlova.

 

Robert Fico hevur fingið fleiri skurðviðgerðir. Í álopinum varð hann raktur í búkin og lendarnar og var í lívsvanda.

 

Tað var ein stívliga sjeyti ára gamal maður, sum leyp á forsætisráðharran og læt nøkur skot av móti honum.

 

Maðurin er handtikin og varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápsroynd móti forsætisráðharranum.

 

Reuters veit at siga, at Robert Fico nú er í heima í Bratislava, har hann verður hjálptur av røktarum.