Robbie Williams umhugsar at keypa deyðshúsið hjá Michael Jackson

Risastóra marglætishúsið, sum Michael Jackson doyði í 25. juni 2009, er júst sett til sølu. Prísurin er heili 134 milliónir krónur. Fyrsti møguligi keyparin, ið fekk eina rundvísing í húsinum, var ongin minni enn fyrrverandi Take That-sangarin, Robbie Williams. Tað skrivar TMZ.com.

 

Hósdagin varð Robbie Williams vístur runt av einum húsameklara. Enn er ikki vist, um bretska poppstjørnan hevur bjóðað upp á marglætishúsið.

Um so verður, at Robbie Williams keypir húsið, verður altíð nóg mikið av plássi til at bjóða vinum og kenningum á vitjan. Um hann keypir húsið, fer hann at eiga sjey kømur og heili 13 wc. Eisini er ein vínkjallari, biografur, vælverurúm, svimjihylur og elevatorur í húsinum.

 

Michael Jackson leigaði húsið í 2009 og doyði í einum kamari í húsinum sama ár.