So er tað almannakunngjørt Robbie Williams er farin úr Take That enn einaferð, og nú er næsta solofløgan ávegis frá sangaranum.
Eins og flest øll høvdu væntað, so takkaði Robbie Williams fyri stuttum enn einaferð fyri seg í bólkinum Take That, tí hann heldur vil gera eina solofløgu.
Tað gjørdist alment, tá ið sangarin fríggjadagin almannakunngjørdi, at enn ein fløgu er ávegis. Robbie Williams hevur skrivað undir ein sáttmála við fløgufelagið Universal Music, og væntar at geva fløgu nummar 9 út í næstum.
-Konsertirnar saman við Take That hava verið frálíkar, og tann besta løtan eg havi havt saman við bólkinum. Men mítt ego krevur meira, sigur Robbie Williams við NME.com
Solofløgan merkir tó ikki, at Robbie Williams hevur sett endaligt punktum fyri Take That.
-Eg veit ikki hvat hinir ætla, men vónandi fara vit á rundferð saman í framtíðini. Tað noyðast vit, vit hava havt tað so stuttligt, sigur hann við heimasíðuna.
Hetta veit eb.dk í dag.