Robbie Keane stillar gaggurnar

38 ára gamli írski málrevurin skal verða hjálparvenjari hjá írska landsliðnum

Fremsti írski málskjúttin nakrantíð, 38 ára gamli Robbie Keane gevst nú at spæla fótbólt.

 

Endastøðin hjá Robbie Keane gjørdist indiska liðið, ATK Kalkota har Robbie Keane skoraði seks mál í níggju dystum.

 

Sína bestu tíð hevði Robbie Keane í Tottenham, árini 2002-2008 og 2009-2011. Í 238 dystum fyri Tottenham skoraði Robbie Keane 91 mál. Robbie Keane gjørdi tað eisini gott í L. A. Galaxy, árini 2011-2016 har hann skoraði 83 mál í 125 dystum. 

 

Tað eydnaðist Robbie Keane at vinna MLS Cup í USA tríggjar ferðir, og í 2008 vann hann liga-steypakappingina við Tottenham. Robbie Keane var partur av írska U18-landsliðnum sum vann EM í 1998.

 

Robbie Keane var framúrskarandi á írska A-landsliðnum. Í 146 landsdystum fyri Írland skoraði hann 68 mál.

 

Robbie Keane skoraði fýra ferðir ímóti Føroyum. Fyrru ferð 13. oktober í 2004 í HM-undankappingini, tá hann á Landsdowne Road leikvøllinum í Dublin skoraði til 2-0 í 2-0 sigrinum hjá Írlandi á Føroyum. Seinnu ferð á Aviva leikvøllinum í Dublin, 13. juni í 2013 í HM-undankappingini. Tá skoraði Robbie Keane hattrick í 3-0 sigrinum hjá Írlandi á Føroyum. 

 

Robbie Keane skal nú verða hjálparvenjari hjá írska landsliðnum. Høvuðsvenjari er Mick McCarthy.