Fyri fyrstu ferð í fleiri ár kunnu Robbie Williams fjepparar nú gleða seg til at hoyra poppklassikarar sum Feel, Let Me Entertain You og Angels live í Danmark.
Tann 22. Juli næsta ár hevur Robbie Williams konsert í Parkini í Keypmannahavn. Konsertin er partur av fyrstu europeisku stadionkonsertferðini hjá Robbie í meira enn seks ár.
Væntast kann eitt brak av eini veitslu, tá Robbie Williams vitjar í Parkini. Seinast hann framførdi í Parkini var í 2006.
Á stóru konserferðini skal Robbie Williams hava konsertir á 15 stadionum í Europa. Hann hevur toppað fleiri hittlistar í Stórabretlandi við nýggja staklagnum Candy, sum er at finna á fløguni Take The Crown.
Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi Take Thatarin fer á konsertferð, eftir at hann og kona hansara Ayda í september gjørdust foreldur til dóttrina Theodora Rose.
Robbie Williams hevur fingið bretska poppdreingin, Olly Murs, at standa fyri upphitingini til allar konsertirnar.









