Robben til Madrid

Slaturin hevur leingi gingið um, at hollendski landsliðsleikarin, Arjen Robben, hevur verið ávegis úr Chelsea til Real Madrid.

 

Og nú er nógv, sum bendir á, at okkurt er um prátið. Spanska útvarpsstøðin, Cadena Ser, visti í morgun at siga, at samráðingarnar millum Robben og Real Madrid eru komnar at enda, og at keypi av sterka vongspælaranum verður almannakungjørt seinni í dag.

 

Harafturat sigur Cadena Ser, at Real Madrid eisini hevur tryggja sær ein annan hollending, nevniliga Royston Drenthe, sum kemur til felagið úr Feyenoord.