TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Róald Jakobsen, miðvallara hjá B36 aftaná 4-1 sigurin hjá B36 ímóti B68 á Svangaskarði á Toftum í dag. Róaldur Jakobsen gjørdi sítt við tveimum málum í dag.
- Hetta var akkurát tað vit høvdu brúk fyri, slær Róaldur Jakobsen fast, havandi í huga kiksarin ímóti Skála farna vikuskiftið, tá talan gjørdist um eitt 0-1 tap.
Róaldur Jakobsen fegnast um, at tað eydnaðist at fáa eina dreymabyrjan, og eisini, at tað eydnaðist B36 at vinna seg framum aftur beint áðrenn steðgin, og leggja ein góðan botn til seinna hálvleik.