Umstrídda RNP-skipanin hjá Vága Floghavn er nú klár at taka í brúk hjá flogfeløgum, ið flúgva til Føroyar. Tað upplýsir Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, fyri Kringvarpinum í dag.
RNP er ein GPS-grundað tøkni, sum ger tað lættari hjá flogskiparum at lenda í verri sýni. Sambært Kringvarpinum, so bíðar SAS nú eftir neyðuga loyvinum frá danska Ferðslustýrinum til at kunna nýta skipanina á Føroyarutuni.
Atlantic Airways hevur í fleiri ár havt sína egnu RNP-skipan, ið hevur fingið æruna fyri at stundvísið hjá føroyska flogfelagnum er vorðið munandi betri. Á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í 2017 varð víst á, at íløgan í RNP-skipanina hevur gjørt, at stundvísið hjá felagnum er batnað 12 prosentstig seinastu fýra árini.
SAS, ið er einasti kappingarneyti hjá Atlantic Airways á Føroyarutuni, hevur ikki havt somu skipan og hevur tískil fleiri ferðir vent við ella avlýst túrar vegna veður, tá flogførini hjá Atlantic Airways hava lent.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevur áður funnist at Vága Floghavn fyri at menna skipanina og lagt Vága Floghavn undir at stuðla SAS, men við Kringvarpið í dag sigur Gudny Langgaard, at talan er um eina neyðuga skipan.
- Vit ynskja at gera flogvøllin atkomulig fyri øll. So nei, eg vil ikki siga, at vit gera kappingarførið verri hjá Atlantic. Hetta er ein tænasta, sum vit veita til flogfeløg, sum ynskja at flúgva til Føroyar, sigur Gudny Langgaard við Kringvarpið.