Ørnin og Tambar fremst

Fyrstu kappróðrarnir hava verið longu frammanundan, at farið verður undir FM kappróðurin.

Talan er um barnaróður við gentum og dreingjum.

Í gentukappingini var Ørnin sera rudduligur vinnari, meðan tað var tøtt kapping um fremsta plássið hjá dreingjunum. Tambar var skutin frammanfyri Koll, tá ið bátarnir fóru um málstrikuna.

 

Sundalagsstevna 2007

Barnaróður gentur

1 Ørnin 02:38.19

2 Kollur 02:44.01

3 Falkur 02:44.04

4 Beinta 02:48.13

 

Barnaróður dreingir

1 Tambar 02:28.01

2 Blikur 02:29.07

3 Fípan Fagra 02:43.02