Tað vóru Árni Winter Arkitektar, sum vunnu kappingina um besta uppskotið til nýggja kirkju á Glyvrum 15 uppskot vóru komin inn til kappingina, og seinnapartin varð almannakunngjørt, hvørjir vinnararnir vóru.
Arkitektavirkið hjá Árna Winther fekk 150.000 krónur fyri at gera besta uppskotið, og Heidi Poulsen og Map-arkitektar fingu aðru virðisløn, 90.000 krónur, fyri næstbesta uppskotið.
Øll uppskotini kunnu síggjast í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla fram til sunnudagin frá klokkan 16 til 20
Eftir at avgerð varð tikin um at vraka verandi kirkju á Glyvrum, sum er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, og ein útbygging ikki varð mett at vera rætta loysnin, útskrivaði kirkjuráðið á Glyvrum arkitektakapping um nýggja kirkju.
Verandi kirkja, sum tekur 600 fólk, verður standandi til nýggja kirkja, ið verður bygd norðanfyri og fer at taka 750 fólk, er liðug. Harafturat verður kjallari gjørdur undir nýggju kirkjuna.