Vørumessan 2003
Millum teir umleið 35 framsýnararnar á Vørumessuni á Nabbi seinasta vikuskiftið, var eisini fyritøkan Sirri, sum hevur heimstað í Vági.
Sirri virkar ymisk pløgg úr føroyskum tilfari, og alt hevur sín upprunaliga lit. Tað merkir, at ongar vørur verða litaðar, sum felagið letur av hondum.
Altíð við
Árni Brattaberg, sum sjálvur umboðaði básin hjá Sirri á Vørumessuni, sigur, at síðan í mars 2000, tá ið Sirri sá dagsins ljós, hevur fyritøkan verið við á árligu messuni á Nabbi.
- Hóast vit eru væl runt í meginpartinum av landinum, hava vit øll árini, síðan vit byrjaðu, ynskt at verið við á Vørumessuni.
Hann vísir á, at her hevur Sirri ein góðan møguleika at vísa fram sínar vørur.
- Vit høvdu nógv vitjandi á básinum, og eg haldi, áhugin fyri okkara bási var stórur.
Árni leggur tó aftrat, at á eini slíkari messu er vanliga ikki
nógv søla.
Á fleiri støðum
- Vit hava sølu í Vági, Havn, Klaksvík, Runavík og í Vágunum. So, vit eru komin rímiliga væl út um landið.
Árni sigur, at í Havn eru vørurnar hjá Sirri at finna í Fútaskrivstovu, í Klaksvík hjá Vima, í Runavík í skósøluni hjá Torleifi, og í Vágunum eru vørurnar at finna á flogvøllinum.
- Á Gørðunum í Vági verður spunnið, bundið, tøvt, skorið og seymað, sigur hann.
Umframt ymiskar vørur ? heilt frá vøttum til frakkar, spinnur Sirri eisini tógv.
Árni sigur, at Sirri framleiðir eini 60 ymiskar vørur ? alt úr føroyskum tilfari.
Keypt vevar
Um ikki so drúgva tíð, fer Sirri eisini at veva til ymisk endamál, eitt nú gardinur.
- Vit hava keypt vevarnar hjá Ólavi Jensen og fara at seta teir upp í Vági. Her fara vit at veva og seyma gardinur og annað úr vovnum tilfari.
Árni sigur, at allar vørurnar, sum Sirri framleiðir, verða framleiddar frá byrjan til enda í Vági.
Tilsamans 10 fólk eru í starvi hjá felagnum, og tá eru øll tey tikin við, sum eru í sjálvari framleiðsluni og tey, sum arbeiða í handlunum.
Útlendingar keypa
Árni Brattaberg sigur, at størri helmingurin av vørunum, sum Sirri framleiðir, verða seldar útlendingum, sum vitja í Føroyum.
- Sum tíðin er liðin, eru vørurnar hjá okkum vorðnar meira og meira eftirspurdar, sigur kreativi framleiðarin og nýskaparin úr Vági.