Tað hevur ljóðað, at hann fór ikki at spæla á hægsta støði í ár, men í dag boðar felagið frá, at hann aftur er partur av hópinum.
Talan er um Árna Grunnveit Olsen í EB/Streymi.
EB/Streymur boðar í dag frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Árna G. Olsen. 27 ára gamli verjuspælarin hevur sambært faroesoccer.com spælt 135 dystir í bestu deildini. So nógvar dystir í fremstu røð hevur eingin annar verjuspælari í fremstu røð hjá EB/Streymi spælt.
Annað vikuskifti verður farið undir landskappingini. Fyrsti dystur yvirhøvur verður í Hólmanum á Eiði leygardagin 6. mars, tá ið EB/Streymur fær vitjan av ÍF.









