Árni Gregersen: Dimmalætting kemur í kvøld

Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, sigur við Portalin, at tað er ikki rætt, sum Rás2 segði í tíðindasending klokkan 15 í dag, at Dimmalætting ikki kemur í kvøld.

- Dimmalætting kemur í kvøld. Blaðið kemur úr Danmark við flogfarinum í kvøld, og tað er tað, sum er at siga í løtuni, sigur Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri.

Í tíðindunum á Rás2 klokkan 15 varð sagt, at tað er Prentmiðstøðin, sum hevur steðgað prentingini av Dimmalætting, tí blaðið ikki hevur hildið avtalu um niðurgjalding av eftirstøðu fyri prent.