Árni fer frá sum stjóri

Skipafelagið Føroyar skal hava nýggjan stjóra, nú Árni Joensen eftir drúgva tænastu takkar fyri seg.

Árni Joensen hevur starvast á Skipafelagnum í ein mansaldur, men, sum skilst er tíðin nú komin, at nýtt fólk skal finnast at taka við leiðsluni á gomlu fyritøkuni,
 
Er burturstaddur
Vit royndu í allan morgun at fáa fatur á Árna Joensen, men tað bar ikki til. Stjórin á Skipafelagnum er við í stóra ferðalagnum av føroyskum vinnulívsfólkum, sum í løtuni er á vitjan í India saman við løgmanni og øðrum umboðum fyri politiska myndugleikan her á landi.
Á Skipafelagnum bar heldur ikki til at fáa tíðindini váttað, men tey vóru heldur ikki avsannaði.